Listaframsýning á Ólavsøku 2017

lions framsýning 2017

Aftur í ár skipar Lions Club Tórshavn fyri listaframsýning í Müllers Pakkhúsi á Ólavsøku.
Framsýningin verður opin frá hósdegi 27.juli til sunnudagin 30. juli 2017.

Hevur tú hug at framsýna tíni listarligu avrik, kanst tú taka niður tekningarskjalið niðanfyri, útfylla teigarnar og senda tað innaftur til teldupostbústaðin: lions.torshavn@hotmail.com
Freistin er fríggjadagin 21. juli 2017.

Hvør luttakari kann hava í mesta lagi 3 málningar við á framsýningini.

Málningar, ið skulu sýnast fram, skulu latast inn í Müllers Pakkhúsi,
sunnudag 23.juli millum kl. 18– 20.

Óseldir málningar skulu avheintast aftur sunnukvøld 30. juli millum kl. 18.30 til 20.00
Sum vanligt fer ágóðin av framsýningini óskert til eitt vælgerandi endamál ella felagsskap. Hvør fær ágóðan í 2017 verður kunngjørt 1.juli.

Tekningarskjal 2017

Comments are closed.