Listaframsýning á Ólavsøku 2020

Lions Club Tórshavn skipar aftur í ár fyri listaframsýning í Müllers Pakkhúsi á Ólavsøku.
Framsýningin verður í døgunum mánadagin 27. til hósdagin 30. juli 2020.

Hevur tú hug at framsýna tíni listarligu avrik, kanst tú meldar teg til árligu framsýningina við at trýsta á hesa leinkjuna.

Freistin at boða frá luttøku er mikudagin 22. juli 2020.

Hvør luttakari kann hava í mesta lagi 3 málningar við á framsýningini.

Málningar, ið skulu sýnast fram, skulu latast inn í Müllers Pakkhúsi leygardagin 25. juli millum kl. 16 – 18.

Óseldir málningar skulu avheintast aftur hósdagin 30. juli millum kl. 20.00 til 21.00

Ágóðin av framsýningini fer óskert til eitt vælgerandi endamál ella felagsskap.

Hvør fær ágóðan í 2020 verður kunngjørt á www.lions.fo og aðrastaðnis.

Comments are closed.