Listaframsýning á Ólavsøku 2019

Aftur í ár skipar Lions Club Tórshavn fyri listaframsýning í Müllers Pakkhúsi á Ólavsøku.
Framsýningin verður opin frá leygardegi 27.juli til týsdagin 30. juli 2019.

Hevur tú hug at framsýna tíni listarligu avrik, kanst tú melda teg til á hesari leinkju.

Freistin at melda til er mikudagin 24. juli 2019.

Hvør luttakari kann hava í mesta lagi 3 málningar við á framsýningini.

Málningar, ið skulu sýnast fram, skulu latast inn í Müllers Pakkhúsi, hósdagin 25.juli millum kl. 16–18.

Óseldir málningar skulu avheintast aftur týsdagin 30. juli millum kl. 20-21

Sum vanligt fer ágóðin av framsýningini óskert til eitt vælgerandi endamál ella felagsskap.
Hvør fær ágóðan í 2019 verður kunngjørt seinni.

Comments are closed.