Listaframsýning á Ólavsøku 2021
- Posted by admin
- on Jul, 01, 2021
- in Uncategorized
- Blog No Comments.
Lions Club Tórshavn skipar aftur í ár fyri listaframsýning í Müllers Pakkhúsi á Ólavsøku.
Lions Club Tórshavn hevur avgjørt, at ágóðin frá Ólavsøkuframsýningini í Müllers Pakkhúsi í ár, fer óskerdur til KFUK-skótarnar í Tórshavn. Skótaliðið Havnar KFUK skótar hevur ein skótadepil á Langasandi, sum er miðdepil fyri uttandura virksemi hjá skótaliðnum, og gevur børnum og ungum nógvar góðar upplivingar. Nógv sjálvboðið arbeiði er lagt í at gera depilin á Langasandi, men enn er nakað eftir á mál at gera depilin lidnan. Ágóðin frá listaframsýningini hjá Lions Club Tórshavn skal nýtast til hetta endamál.
Framsýningin verður í døgunum týsdagin 27. til fríggjdagin 30. juli 2021. Tey sum hava hug at framsýna síni listarligu avrik, skulu melda til umvegis hetta oyðublað.
Freistin at boða frá luttøku er mikudagin 21. juli 2021.
Hvør luttakari kann hava í mesta lagi 3 málningar við á framsýningini.
Málningar, ið skulu sýnast fram, skulu latast inn í Müllers Pakkhúsi sunnudagin 25. juli millum kl. 16 – 18.
Óseldir málningar skulu avheintast aftur hósdagin 30. juli millum kl. 20.00 til 21.00.
Nærri kunning um Lions Club Tórshavmn sæst á heimasíðuni www.lions.fo og á Facebookvanganum https://www.facebook.com/lionstorshavn.
Lions Club Tórshavn
Komandi tiltøk
Fyrsta sunnudag í Advent
Jólahugni í Viðarlundini