Um Lions

Um Lions
Framtakssemi var lyklaorðið, tá Melvin Jones 7. juni 1917 í Chicago, Illinois, savnaði eitt tal av handilsmonnum yviri í USA fyri millum annað at víðka um sjónarringin og ganga saman við javnlíkum aðrastaðni, ikki bara fyri at skapa betri handilssamskifti, men meira fyri at betra um samfelagið.

Melvin Jones, sum var borin í heim í Fort Thomas í Arizona í 1879, var tryggingarmaður, og hevði í nøkur ár verið limur í einum felagsskapi, ið bar heitið “Business Circle”, ið einamest røkti og stuðlaði áhugamálum hjá limunum. Hann sá tær stóru, loyndu kreftirnar, limahópurin umboðaði.

Hesar kreftir vildi hann samskipa í eina størri eind, sum skuldi gera ósjálvsøkið, mannavinarligt arbeiði í lokalum klubbum. Og tað eydnaðist honum at fáa sett á stovn felagsskapin Lions Club International.

Endamálið var frá byrjan at arbeiða fyri tey medmenniskju, ið høvdu tørv á hjálp, og sjálvur arbeiddi Melvin Jones sum aðalskrivari fyri Lions heilt fram til sín deyðadag í 1961.

Lions sum felagsskapur
Fullfíggjaða heiti felagsskapsins er The International Association of Lions Clubs. “Lions” er ein stytting av slagorðunum: “Liberty, Intelligence, Our Nation’s Safety”. Rakstrarrópið hjá Lions er sera beinrakið: “We Serve”.

Lions felagsskapurin hevur síðan stovnanina í 1917 breitt seg um allan heimin, og hevur í dag næstan 1,4 milliónir limir í yvir 44.500 klubbum í meira enn 190 londum ella geografiskum umráðum.

Felagsskapurin var ikki umboðaður eystan sokallaða jarntjaldið, men eftir at jarntjaldið fall, vórðu í 1999 stovnaðir 358 klubbar við umleið 8.300 limum stovnaðir har.

Lions er ikki hin elsti, men hinvegin hin størsti hjálparfelagsskapurin í heiminum.

Lions í Føroyum
Í 1948 kom Lions til Europa, har fyrsti klubbin varð chartraður í Stockholm 24. mars 1948. 15. september 1950 kom Lions til Danmarkar, tá Lions Club København varð chartraður.

Lions kom til Føroya 19. november 1966, tá Lions Club Tórshavn varð chartraður á hátíðarløtu í Kommunuskúlaaulini, har millum aðrar Hákun Djurhuus, løgmaður, Mogens Wahl, ríkisumboðsmaður, og Sigfred Skaale, borgarstjóri, vóru til staðar.

Tað vóru teir báðir, Absalon Eysturoy, stoypimeistari, og Zacharias Bech, snikkarameistari, ið tóku stig til at fáa sett á stovn ein Lions Club í Tórshavn. 16 mans undirskrivaðu charterskjalið.

Lions í Føroyum hoyrir undir sonevnda Lions distrikt D í Danmark, og fevnir í dag um klubbar í Tórshavn, Klaksvík, Eysturoy, Vágum og Suðuroy, umframt ein klubba í Tórshavn fyri kvinnur, nevndur Liljan.

Limaskapur
Ein Lions-klubbi er skipaður sum eitt vanligt felag við nevnd og limum. Eingin kann tó melda seg inn í ein Lions-klubba, men verða limirnir bidnir um at koma við.

Nógvir fundir fara til skipan av komandi tiltøkum, sum ætlandi skulu útvega pening til okkurt ávíst endamál. Eisini er umráðandi, at limirnir hugna sær og hava tað stuttligt á fundunum.

Tað er umráðandi og avgerandi, at limirnir eru virknir – og at teir eru sinnaðir at nýta tíð og orku til at hjálpa øðrum.