Stuðlið Stórsteypadystinum 2017!

ki-vikingur
Í sambandi við Stórsteypadystin 2017 í fótbólti, sum verður spældur á Tórsvølli leygarkvøldið 4. mars klokkan 19 millum føroyameistararnar og steypavinnararnar í fótbólti farna kappingarár, sum ávikavist eru Víkingur og KÍ, vil Lions Club í Føroyum fegin geva fyritøkum, stovnum og øðrum ein serligan møguleika at stuðla einum góðum endamáli við eini peningaflyting.

Sum altíð, fer ágóðin frá Stórsteypadystinum til vælgerandi endamál, og hesaferð hevur Lions Club tikið avgerð um, at Team Rynkeby Føroyar skal stuðlast. Team Rynkeby Føroyar er partur av einum norðurlendskum súkkluliði, sum síðani 2002 á hvørjum sumri hevur súkklað stívliga 1.200 kilometrar til París fyri á tann hátt at savna inn pening til børn við krabbameini og familjur teirra. Team Rynkeby fevnir um tilsamans 1.700 súkklarar og 450 hjálparfólk á 44 liðum úr Føroyum, Danmark, Svøríki, Finnlandi, Noregi og Íslandi, og føroyingar hava síðani 2014 havt sítt egna lið, Team Rynkeby Føroyar.

Øll søla av atgongumerkjum og alt tað, sum annars kemur inn í sambandi við Stórsteypadystin, fer óskert til endamálið. Hava tit eisini áhuga fyri í aðrar mátar at geva eitt íkast ella ein stuðul, ber saktans til at flyta upphæddina á konto í Eik Banka, sum er 9181-424.916.1 og viðmerkja flytingina “Stórsteypadysturin 2017”. Vit eru takksom fyri allan góðan stuðul og alla hjálp, sum verður latin í sambandi við Stórsteypadystin!

Er nakað ivamál ella nakað at spyrja um, ber til at venda sær til annaðhvørt Børge B. Hansen á 213732, Jógvan (Egga) Jensen á 281985 ella Gunnar Streymoy á 224550.

Takk fyri!

Lions Club Tórshavn Gunnar Streymoy
Lions Club Eysturoy Johan Petersen
Lions Club Liljan Anna Dahl-Olsen
Lions Club Suðuroy Pauli Einarsson
Lions Club Tindur William Sand Davidsen
Lions Club Vágar Hans Jacob Joensen

Comments are closed.