Lionsbikar til hondbóltin
- Posted by admin
- on Sep, 05, 2014
- in Uncategorized
- Blog No Comments.
Í mong ár hevur Lions Club í Føroyum skipað fyri stórsteypadysti í fótbólti, og nú er Lions Club eisini inni í myndini í sambandi við stórsteypadystir í hondbólti, har bæði kvinnur og menn skulu kappast um hvør síttLionsbikar, sum steypið kallast. Samstundis fer ágóðin av dystunum til vælgerandi endamál, sum vanligt er, tá Lions Club er uppií.
Stórsteypadystirnir verða báðir sama dag, sunnudagin 21. september, í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har kvinnurnar hjá Kyndli og Neistanum spæla klokkan 17 og menninir hjá KÍF og Kyndli klokkan 19. Hjá kvinnum vann Kyndil greipuna í fjør, og tí er Neistin við sum tapandi steypafinalistur.
Samstarvið, sum avtalað er millum Hondbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum, er lagt soleiðis til rættis, at Hondbóltssambandið skipar fyri øllum tí ítróttarliga, so sum at seta dómarar, dómaraborð, útvega heiðursmerki og geva avvarðandi feløgum boð, meðan Lions Club letur steyp, skipar fyri innkrevjing og umrøðu av dystunum.
Reglurnar fyri Lionsbikarinum hjá bæði kvinnum og monnum eru tær somu, at spælt verður um bikørini í 10 ár, og tað felag, ið oftast vinnur steypið í hesum tíðarskeiði, fær tað til ognar. Stendur á jøvnum millum tvey ella fleiri feløg eftir hesi 10 árini, verður spælt, til eitt felag hevur vunnið oftari enn hini.
Komandi tiltøk
Fyrsta sunnudag í Advent
Jólahugni í Viðarlundini