Jólahugni í Viðarlundi sunnudagin

Sum vanligt er fyrsta sunnudag í advent, verður Viðarlundin í Havn karmur um jólahugnan, ið Lions Club Tórshavn skipar fyri nú sunnudagin


Seinnapartin sunnudagin skipar Lions Club Tórshavn fyri árliga jólahugnanum í Viðarlundini í Havn, har jóladekoratiónir, drekkamunnur og annað verður selt til frama fyri tiltakið Firvaldar, sum er fimleikur fyri krabbameinsrakt fólk.

Sunnudagin er fyrsti sunnudagur í advent, og 26. árið á rað fara limir í Lions Club Tórshavn at skipa fyri jólahugna í Viðarlundini í Havn. Tiltakið byrjar klokkan 14.00 og heldur fram til klokkan 16.30, og sum vanligt er endamálið, at peningur skal útvegast til vælgerandi endamál.

Í ár er gjørt av, at allur ágóðin av tiltakinum skal fara til tiltakið Firvaldar, sum er eitt trý ára gamalt samstarv millum Krabbameinsfelagið og fimleikafelagið Ljósið. Firvaldar er fimleikur fyri fólk, sum hava havt krabbamein ella eru í viðgerð fyri krabbamein, og teirra avvarðandi.

Vant verður tvær ferðir um vikuna, og er talan um bæði venja konditión, styrki og innaru ró, og útgangsstøði verður tikið í, hvat hvør einstakur megnar. Fleiri av teimum, sum eru við, hava verið við frá byrjan, men fólk leggjast alla tíðina aftrat, og í løtuni eru 15 fólk við í Firvaldum.

Familjutiltak
Tiltakið í Viðarlundini er eitt familjutiltak burturav, har øll eru vælkomin, og nógv verður gjørt burturúr at hugna um bæði smá og stór. Serliga kunnu tey yngru gleða seg, tí hóast jólini enn eru ein lítlan mánað burturi, fer jólamaðurin at geva sær stundir til at koma ein túr framvið, og okkurt gott man hann hava í posanum til teirra.

Limir í Havnar Hornorkestri fara eisini at hugna um løtuna við jólaligum horntónleiki, og sjálvt økið verður pyntað við ljósketum, umframt at bál verður tendrað og livandi ljós eru sett fram við ánni. Kaffi, kakao, bollar, vaflur, mandarinir og sunkist til keyps á staðnum, og eisini ber til at keypa lidnar jóladekoratiónir og tilfar til dekoratiónir, um fólk hava hug at hugna sær víðari heima við hús.

Jólahugnin er blivin ein afturvendandi táttur, sum verður fyriskipaður í góðum samstarvi við Skógrøkt Landsins, og á hvørjum ári hava fólk verið ófør at vitjað og harvið eisini stuðlað einum góðum endamáli, samstundis sum farið verður inn í adventina og komandi jólatíðina.

Comments are closed.