Vinnarin av málninginum funnin

Lion Club fegnast um, at nógv fólk nýtti høvið at vitja Ólavsøkuframsýningina.

Ágóðin av framsýningini verður latin Sjóndeplinum til útvegan av lasertóli í kan hjálpa teim sjónveiku/blindu í arbeiði teirra á Sjóndeplinum..

Atgongumerkini vóru samstundis lutaseðil, har vinningurin var ein málningur, sum Gunnar Streymoy hevur málað.

Eftir framsýningina varð vinnarin funnin við lutakasti. Hepni vinnarin av málninginum hevði atgongumerki nummar 334.

Vinnarin kann fáa málningin við at venda sær til Bent Jákup Hansen á telefon 282213.

Comments are closed.