Sjúklingahotellið 50.000 frá Lions

Anna Maria Durhuus, leiðari á Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, tekur ímóti gávubrævinum upp á tær 50.000 krónurnar, sum Mortan Poulsen handaði henni vegna Lions Club Tórshavn

Lions Club Tórshavn hevur latið Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn ágóðan av Ólavsøkuframsýningini 2012, ið skal brúkast til flatskíggjar til kømrini.

Trettanda árið á rað skipaði Lions Club Tórshavn fyri listaframsýning á ólavsøku, og eins og mongu seinnu árini, var framsýningin í Müllers Pakkhúsi, har mong listafólk nýtti høvið til at vísa fram síni verk.

Umframt sølu av atgongumerkjum, fekk Lions Club eisini inntøkur av tí sølu, listafólkini høvdu av sínum listaverkum, og henda inntøka bleiv so fræg, at møguligt var at lata eina fitta upphædd til eitt gott endamál.

Hesa ferð var endamálið at útvega pengar til flatskíggjar á kømrunum á nýggja Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, tí hóast alt virksemið er flutt á nýggju adressuna, eru snøklar eftir enn, eitt nú við at fáa sjónvørp á øll kømur.

Mánadagin var Mortan Poulsen frá Lions Club Tórshavn á Sjúklingahotellinum í Venøgade í Keypmannahavn, har hann vegna klubbin kundi handa leiðaranum, Annu Mariu Durhuus, eitt gávubræv og ein kekk, áljóðandi 50.000 krónur, ið eru oyramerktar til endamálið.

Samstundis vil Lions Club Tórshavn takka øllum, sum stuðlaðu Ólavsøkuframsýningina 2012, annaðhvørt sum gestir ella framsýnarar, tí øll hesi hava givið sítt íkast til, at ágóðin gjørdist so frægur.

Comments are closed.