Vinnarin av málninginum funnin

Málningurin, sum Hilmar Højgaard hevur málað.

Lion Club fegnast um, at nógv fólk nýtti høvið at vitja Ólavsøkuframsýningina.

Allar inntøkur frá tiltakinum fara til vælgerandi tiltøk. Hesa ferð fóru inntøkurnar til sjónvørp til nýggja sjúklingahotellið í Keypmannahavn.

Atgongumerkini vóru samstundis lutaseðil, har vinningurin var ein málningur, sum Hilmar Højgaard hevði málað og latið Lions Club.

Eftir framsýningina varð vinnarin funnin við lutakasti. Hepni vinnarin av málninginum hevði atgongumerki nummar 686.

Vinnarin kann fáa málningin við at venda sær til Petur Elias Petersen á telefon 210299.

Comments are closed.