Jólahugni í Viðarlundini sunnudagin

Sum vanligt er fyrsta sunnudag í advent, verður Viðarlundin í Havn karmur um jólahugnan, ið Lions Club Tórshavn skipar fyri nú sunnudagin


Sunnudagin, sum er fyrsti sunnudagur í advent, hevur Lions Club Tórshavn árliga jólahugnan í Viðarlundini í Havn, har ymiskt er á skránni fyri bæði børn og vaksin

Tiltakið hjá Lions Club Tórshavn í Viðarlundini sunnudagin hevur stórt sæð ta skrá, tað plagar at hava, og ber eitt nú til at keypa jóladekoratiónir, tilfar til dekoratiónir og annað, ið kann hugna um, nú vit fara inn í advent og jólini nærkast.

Eisini fer Havnar Hornorkestur at spæla og jólamenn koma við onkrum góðum til børnini, umframt at tað ber til at keypa kakao, bollar, vaflur og sunkist á fleiri sølustøðum í Viðarlundini, sum re pyntað við ljósum í greinunum, báli og ljósblussum í ánni.

Talan er um eitt tiltak, ið er fyri alla familjuna, samstundis sum fólk – eins og vanligt er, tá Lions Club Tórshavn skipa fyri – kunnu stuðla einum góðum og vælgerandi endamáli.

Ágóðin til barnabólk
Endamálið við jólahugnanum, sum verður nú sunnudagin frá klokkan 14 til 16.30, er at útvega pengar til eitt vælgerðarendamál, og hesa ferð fer ágóðum til arbeiðið við ein samrøðubólki fyri børn hjá foreldrum, ið eru farin hvør til sítt.

Salua Manai og Ingvør í Haraldsstovu, sum báðar eru námsfrøðingar í Margarinfabrikkini í Havn, hava tikið stig til samrøðubólkin, ið skal gera tað lættari hjá børnunum at skilja og góðtaka sína støðu, tí tey har kunnu kenna seg aftur í tí, sum onnur børn siga frá.

At børnini koma í samrøðubólkin, er eftir avtalu við bæði foreldrini, so børnini við góðari samvitsku kunnu tosa um sína støðu, samstundis sum full tagnarskylda er galdandi í bólkinum, so eisini foreldrini kunnu kenna seg trygg.

Lions Club Tórshavn takkar øllum, ið hava víst tiltakinum vælvild, tí uttan alla góða hjálp hevði tað ikki latið seg gjørt: MBM, Vest Pack, Føroya Bjór, Thomas Dam Heilsøla, PE, Mest, Tórshavnar kommuna og Skógrøkt Landsins.

Comments are closed.