400.000 Lions-krónur til Barnaheimið

Heindrikkur prinsur, sum ikki var við drotningini í Føroyum í farnu viku, hevur tó ikki gloymt okkum, og í næstu viku fer hann at handa Lions-prísin upp á 400.000 krónur til ein serligan sansa-garð á Føroya Barnaheimi (Mynd: Álvur Haraldsen)

Heindrikkur prinsur, sum ikki var við drotningini í Føroyum í farnu viku, hevur tó ikki gloymt okkum, og í næstu viku fer hann at handa Lions-prísin upp á 400.000 krónur til ein serligan sansa-garð á Føroya Barnaheimi (Mynd: Álvur Haraldsen)


Lions Club Tórshavn, sum kann halda 50 ára stovningardag í november mánaði, hevur vunnið rættin at lata ársins Lions-prís, sum er upp á tilsamans 400.000 krónur, ið koma Føroya Barnaheimi til góðar.

Lions-prísurin, sum varð stovnaður í 1988, verður latin einum einstaklingi, stovni ella líknandi sum stuðul til granskingar- ella menningararbeiði, ið kann betra um lívskorini hjá borgarum. Og í ár er tað hepnast Lions Club Tórshavn at fáa sítt uppskot innstillað til prísin, ið sostatt endar í Føroyum.

Tað verður Føroya Barnaheim, ið fær tær 400.000 krónurnar, sum Lions-prísurin er í ár, og í tí sambandi fara Mortan Poulsen, fráfarandi forseti í Lions Club Tórshavn, og Hildur Hermansen, leiðari á Føroya Barnaheimi, um eina góða viku niður at taka ímóti Lions-prísinum.

Hetta hendir við stíli, tí tað verður hansara kongliga hátign, Heindrikkur prinsur, ið fer at handa prísin umborð á “Dannebrog”, sum tá liggur í Århus. Prinsurin er verji fyri Lions Club Danmark, og ein av uppgávunum er, at hann á hvørjum ári handar Lions-prísin.

Sansa-garður
Sum altíð, tá talan er um Lions-pengar, skulu teir fara til eitt vælgerandi og samfelagsbyggjandi endamál, og í hesum føri verður tað so ein spennandi verkætlan hjá Føroya Barnaheimi, ið kann njóta ágóðan av, at innstillingin frá Lions Club Tórshavn vann frama og tær 400.000 krónurnar koma hendavegin.

Í stuttum snýr tað seg um, at Barnaheimið hevur brúk fyri einum serligum sansa-garði, ið skal hjálpa børnum við umsorganarsviki at fáa eitt amboð, ið kann hjálpa teimum at menna eitt nú motorisku evnini, umframt heimafunktionell evni og somuleiðis kenslulig evni.

Millum annað hevur Lions Club Tórshavn í umsókn síni um Lions-prísin víst á, at felags fyri børnini, sum búgva á Barnaheiminum, er ein ovurhonds stórur tørvur á positivum upplivingum, tí tey annars hava upplivað lívið sum grátt og dapurt og uttan eitt innihald við meining í.

Sansagarðurin skal gerast á økinum hjá Barnaheiminum, og talan verður um fleiri tættir, tí tað snýr seg bæði um umhvørvi við gróti, eitt drívhús, rennandi áarløk og ljóðføri, sum børnini alt samalt kunnu fáa gleði og gagn av uttandura.

Comments are closed.