Listaframsýning á Ólavsøku 2016

Ólavsøkuframsýningin í Mullers Pakkhúsi

Lions Club Tórshavn skipar aftur í ár fyri listaframsýning í Müllers Pakkhúsi á Ólavsøku.Framsýningin verður í døgunum mikudagin 27. til leygardagin 30. juli 2016.

Opið verður soleiðis:
Mikudagin 27. juli 2016 kl. 16:00 – 20:00
Ólavsøkuaftan 28. juli 2016 kl. 14:00 – 20:00
Ólavsøkudag 29. juli 2016 kl. 14:00 – 20:00
Leygardagin 30. juli 2016 kl. 14:00 – 18:00

Kostnaður: kr. 50,- fyri at koma inn, íroknað skrá.

Øll seld atgongumerki eru við í lutakastinum um ein málning, ið verður latin av einum kendum listafólki. Hetta verður kunngjørt seinni.

Allur vinningurin av Ólavsøkuframsýningini fer óskerdur til eitt oyramerkt endamál. Hvør fær peningin í 2016 verður kunngjørt týsdagin 28. juni 2016.

So vælkomin á Ólavsøkuframsýningina 2016, har tú kanst finna ein málning júst til tín. Samstundis stuðlar tú arbeiðinum hjá Lions Club og teimum, ið sýna fram.

 

Ynskir tú at sýna fram?

Hevur tú hug at framsýna tíni listarligu avrik, kanst tú senda ein teldupost til lions.torshavn@hotmail.com ella ringja á telefon 597600.

Við senda tær síðani eitt tilmeldingarskjal og vegleiða teg í, hvussu tú meldar til og skrásetur tínar málningar.

Freistin at boða frá luttøku er týsdagin 19. juli 2016.
Hvør luttakari kann hava í mesta lagi 3 málningar við á framsýningini.

Málningar, ið skulu sýnast fram, skulu latast inn í Müllers Pakkhúsi fríggjadagin 22. juli millum kl. 18 – 20. Óseldir málningar skulu avheintast aftur leygardagin 30. juli millum kl. 18.30 til 20.00.

Hevur tú annars spurningar viðvíkjandi Ólavsøkuframsýningini 2016, kanst tú ringja til Dánjal Samuelsen á tlf. +298 597600 ella teldupost danjals@gmail.com.

Comments are closed.