Ólavsøkuframsýning hjá Lions í Müllers Pakkhúsi

Lions Club Tórshavn skipar aftur í ár fyri listaframsýning í Müllers Pakkhúsi á Ólavsøku.
Framsýningin verður í døgunum Leygardagin 26. til Týsdagin 29. juli.

Hevur tú hug at framsýna tíni listarligu avrik, so set teg í samband við Lions Club Tórshavn á teldupost bústaði lions.torshavn@hotmail.com ella á telefon 282213 í seinasta lagi fríggjadagin 18. juli. Síðani fært tú sendandi eitt tilmeldingarskjal at fylla út.

Hvør luttakari kann hava í mesta lagi 3 málningar við á framsýningini.

Málningar, ið skulu sýnast fram, skulu handast nevndini mikudagin 23. juli millum kl. 18 – 20 í Müllers Pakkhúsi.

Óseldir málningar skulu avheintast aftur mikudagin tann 30. juli millum kl. 19.30 og 20.00

Ágóðin av framsýningini verður latin Sjóndeplinum til útvegan av lasertóli í kan hjálpa teim sjónveiku/blindu í arbeiði teirra á Sjóndeplinum.

Lesast kann um Sjóndepilin á http://www.sjondepilin.fo/

Comments are closed.