
Vikurnar fyri páskir verður skipað fyri afturvendandi Tulipantiltakinum undir herrópinum “Nei til narko”.
Tað at berjast ímóti rúsevnum og tí, ið fylgir í kjalarvørrinum: harðskapur, kriminalitetur, óarbeiðsføri og sjúka, hevur framvegis stóran týdning.
Tað er vorðið alsamt lættari at fáa hendur á narkotika í Føroyum, og tí er tørvurin á fyribyrging og upplýsing størri enn nakrantíð, serliga millum tey ungu.
Lions at stuðlar við innkomna peninginum ymiskar verkætlanir og tiltøk, ið m.a.hava fyribyrgjandi virkna.
Eisini skipar Lions, fyri sokallaðum Lions Quest skeiðum fyri fólkaskúlalærarum og øðrum, ið hava við ørn og ung at gera, har endamálið er at geva næmingum lívsvirði og sjálvsálit, so at teir m.a. duga at siga nei til rúsevni.