
Fyrsta sunnudag í advent, tann 1. desembur, skipar Lions Club Tórshavn fyri árliga adventstiltakinum fyri alla familjuna í Plantasjuni.
Sum vant, verður Plantasjan pyntað við ljósum í greinunum, báli og ljósblussum í ánni, so hugnin er settur í hásætið.
Eisini ber til at keypa sær jóladekoratiónir, tilfar til dekoratiónir og annað til hugnan og hitan, ið hoyrir adventini og jólunum til.
Hornorkestur lívgar vanliga um løtuna við nøkrum góðum tónum, og jólamenn vitja við onkrum góðum til børnini. Og so ber annars til at keypa sær kakao, bollar, vaflur og sunkist
Talan er um eitt tiltak, sum er fyri alla familjuna, samstundis sum fólk – eins og vanligt er, tá Lions Club Tórshavn skipa fyri – kunnu stuðla einum góðum og vælgerandi endamáli.