
Árligu stórsteypadystirnir hjá kvinnum og monnum í fótbólti verða spældir á Tórsvølli á hvørjum árið áðrenn fótbóltskappingin byrjar.
Liðini, ið møtast eru tey, ið stóðu seg best undanfarna kappingarár, ávikavist vinnarar av FM og vinnarin av steypakappingini.
Umframt, at hesir dystir kunnu geva eina ábending um, hvussu frægastu liðini árið fyri eru fyri nú, hava dystirnir eisini til endamáls at útvega pening eitt vælgerandi endamál.
Hesir dystir eru samstarv millum Lions og Fótbóltssambandið.