Bestu hondbóltsliðini hjá kvinnum og monnum í hondbólti kappast árliga um Lionsbikarið.

Dystirnir verða spældir eftir einum leisti, har kappast verður um Lionsbikarið hjá bæði kvinnum og monnum.

Reglurnar fyri Lionsbikarið eru tær, at spælt verður um tað í tíggju ár, og so fær tað felagið, ið hevur vunnið oftast, bikarið til ognar. Stendur á jøvnum millum tvey ella fleiri feløg eftir hesi tíggu árini, verður spælt, til eitt felag hevur vunnið.

Innkomni peningurin, verður eins, og vanligt hjá Lions, latin til vælgerandi arbeiði.