{"id":11,"date":"2025-04-04T20:56:51","date_gmt":"2025-04-04T20:56:51","guid":{"rendered":"https:\/\/lions.fo\/tn\/?page_id=11"},"modified":"2025-04-06T08:27:11","modified_gmt":"2025-04-06T08:27:11","slug":"um-lions","status":"publish","type":"page","link":"https:\/\/lions.fo\/tn\/?page_id=11","title":{"rendered":"Um Lions"},"content":{"rendered":"<p>Framtakssemi var lyklaor\u00f0i\u00f0, t\u00e1 Melvin Jones 7. juni 1917 \u00ed Chicago, Illinois, savna\u00f0i eitt tal av handilsmonnum yviri \u00ed USA fyri millum anna\u00f0 at v\u00ed\u00f0ka um sj\u00f3narringin og ganga saman vi\u00f0 javnl\u00edkum a\u00f0rasta\u00f0ni, ikki bara fyri at skapa betri handilssamskifti, men meira fyri at betra um samfelagi\u00f0.<\/p>\n<p>Melvin Jones, sum var borin \u00ed heim \u00ed Fort Thomas \u00ed Arizona \u00ed 1879, var tryggingarma\u00f0ur, og hev\u00f0i \u00ed n\u00f8kur \u00e1r veri\u00f0 limur \u00ed einum felagsskapi, i\u00f0 bar heiti\u00f0 \u201cBusiness Circle\u201d, i\u00f0 einamest r\u00f8kti og stu\u00f0la\u00f0i \u00e1hugam\u00e1lum hj\u00e1 limunum. Hann s\u00e1 t\u00e6r st\u00f3ru, loyndu kreftirnar, limah\u00f3purin umbo\u00f0a\u00f0i.<\/p>\n<p>Hesar kreftir vildi hann samskipa \u00ed eina st\u00f8rri eind, sum skuldi gera \u00f3sj\u00e1lvs\u00f8ki\u00f0, mannavinarligt arbei\u00f0i \u00ed lokalum klubbum. Og ta\u00f0 eydna\u00f0ist honum at f\u00e1a sett \u00e1 stovn felagsskapin Lions Club International.<\/p>\n<p>Endam\u00e1li\u00f0 var fr\u00e1 byrjan at arbei\u00f0a fyri tey medmenniskju, i\u00f0 h\u00f8vdu t\u00f8rv \u00e1 hj\u00e1lp, og sj\u00e1lvur arbeiddi Melvin Jones sum a\u00f0alskrivari fyri Lions heilt fram til s\u00edn dey\u00f0adag \u00ed 1961.<\/p>\n<p><strong>Lions sum felagsskapur<\/strong><br \/>\nFullf\u00edggja\u00f0a heiti felagsskapsins er The International Association of Lions Clubs. \u201cLions\u201d er ein stytting av slagor\u00f0unum: \u201cLiberty, Intelligence, Our Nation\u2019s Safety\u201d. Rakstrarr\u00f3pi\u00f0 hj\u00e1 Lions er sera beinraki\u00f0: \u201cWe Serve\u201d.<\/p>\n<p>Lions felagsskapurin hevur s\u00ed\u00f0an stovnanina \u00ed 1917 breitt seg um allan heimin, og hevur \u00ed dag n\u00e6stan 1,4 milli\u00f3nir limir \u00ed yvir 44.500 klubbum \u00ed meira enn 190 londum ella geografiskum umr\u00e1\u00f0um.<\/p>\n<p>Felagsskapurin var ikki umbo\u00f0a\u00f0ur eystan sokalla\u00f0a jarntjaldi\u00f0, men eftir at jarntjaldi\u00f0 fall, v\u00f3r\u00f0u \u00ed 1999 stovna\u00f0ir 358 klubbar vi\u00f0 umlei\u00f0 8.300 limum stovna\u00f0ir har.<\/p>\n<p>Lions er ikki hin elsti, men hinvegin hin st\u00f8rsti hj\u00e1lparfelagsskapurin \u00ed heiminum.<\/p>\n<p><strong>Lions \u00ed F\u00f8royum<\/strong><br \/>\n\u00cd 1948 kom Lions til Europa, har fyrsti klubbin var\u00f0 chartra\u00f0ur \u00ed Stockholm 24. mars 1948. 15. september 1950 kom Lions til Danmarkar, t\u00e1 Lions Club K\u00f8benhavn var\u00f0 chartra\u00f0ur.<\/p>\n<p>Lions kom til F\u00f8roya 19. november 1966, t\u00e1 Lions Club T\u00f3rshavn var\u00f0 chartra\u00f0ur \u00e1 h\u00e1t\u00ed\u00f0arl\u00f8tu \u00ed Kommunusk\u00falaaulini, har millum a\u00f0rar H\u00e1kun Djurhuus, l\u00f8gma\u00f0ur, Mogens Wahl, r\u00edkisumbo\u00f0sma\u00f0ur, og Sigfred Skaale, borgarstj\u00f3ri, v\u00f3ru til sta\u00f0ar.<\/p>\n<p>Ta\u00f0 v\u00f3ru teir b\u00e1\u00f0ir, Absalon Eysturoy, stoypimeistari, og Zacharias Bech, snikkarameistari, i\u00f0 t\u00f3ku stig til at f\u00e1a sett \u00e1 stovn ein Lions Club \u00ed T\u00f3rshavn. 16 mans undirskriva\u00f0u charterskjali\u00f0.<\/p>\n<p>Lions \u00ed F\u00f8royum hoyrir undir sonevnda Lions distrikt D \u00ed Danmark, og fevnir \u00ed dag um klubbar \u00ed T\u00f3rshavn, Klaksv\u00edk, Eysturoy, V\u00e1gum og Su\u00f0uroy, umframt ein klubba \u00ed T\u00f3rshavn fyri kvinnur, nevndur Liljan.<\/p>\n<p><strong>Limaskapur<\/strong><br \/>\nEin Lions-klubbi er skipa\u00f0ur sum eitt vanligt felag vi\u00f0 nevnd og limum. Eingin kann t\u00f3 melda seg inn \u00ed ein Lions-klubba, men ver\u00f0a limirnir bidnir um at koma vi\u00f0.<\/p>\n<p>N\u00f3gvir fundir fara til skipan av komandi tilt\u00f8kum, sum \u00e6tlandi skulu \u00fatvega pening til okkurt \u00e1v\u00edst endam\u00e1l. Eisini er umr\u00e1\u00f0andi, at limirnir hugna s\u00e6r og hava ta\u00f0 stuttligt \u00e1 fundunum.<\/p>\n<p>Ta\u00f0 er umr\u00e1\u00f0andi og avgerandi, at limirnir eru virknir \u2013 og at teir eru sinna\u00f0ir at n\u00fdta t\u00ed\u00f0 og orku til at hj\u00e1lpa \u00f8\u00f0rum.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Framtakssemi var lyklaor\u00f0i\u00f0, t\u00e1 Melvin Jones 7. juni 1917 \u00ed Chicago, Illinois, savna\u00f0i eitt tal av handilsmonnum yviri \u00ed USA fyri millum anna\u00f0 at v\u00ed\u00f0ka um sj\u00f3narringin og ganga saman vi\u00f0 javnl\u00edkum a\u00f0rasta\u00f0ni, ikki bara fyri at skapa betri handilssamskifti, men meira fyri at betra um samfelagi\u00f0. Melvin Jones, sum var borin \u00ed heim \u00ed [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":0,"parent":0,"menu_order":0,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","template":"","meta":{"footnotes":""},"class_list":["post-11","page","type-page","status-publish","hentry"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/lions.fo\/tn\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/pages\/11","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/lions.fo\/tn\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/pages"}],"about":[{"href":"https:\/\/lions.fo\/tn\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/page"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/lions.fo\/tn\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/lions.fo\/tn\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=11"}],"version-history":[{"count":2,"href":"https:\/\/lions.fo\/tn\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/pages\/11\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":52,"href":"https:\/\/lions.fo\/tn\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/pages\/11\/revisions\/52"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/lions.fo\/tn\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=11"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}