Afturvendandi tiltøk

Stórsteypadysturin
Árligu stórsteypadystirnir hjá kvinnum og monnum í fótbólti verða spældir á Tórsvølli á hvørjum árið, áðrenn fótbóltskappingin byrjar. Liðini, ið møtast, eru tey, ið stóðu seg best undanfarna kappingarár - ávikavist vinnarar av FM og vinnarin av steypakappingini.

Jólahugni í Viðarlundini
Fyrsta sunnudag í advent, skipar Lions Club Tórshavn fyri árligum advents- og familjutiltaki í jólaskrýddu Plantasjuni. Jólamenn vitja, og til ber at keypa sær kakao, bollar og vaflur, umframt jóladekoratiónir og annað til hugnan og hitan, ið hoyrir adventini og jólunum til.

Ársins borgari
Á hvørjum árið letur Lions Club Tórshavn eina heiðursløn, sum nevnist ÁRSINS BORGARI. Heiðurin verður latin persónum ella felagsskapum, fyri arbeiði teirra, borgarum at frama.

Ólavsøkuframsýningin
Lions Club Tórshavn skipar á hvørjum ári fyri listaframsýning á Ólavsøku – sonevndu Ólavsøkuframsýningini. Framsýningin heldur til í Müllers Pakkhúsi í Havn, og allir áhugaðir framsýnarar, lærdir sum sjálvlærdir, eru vælkomnir at melda síni listaverk til framsýningina.

Lionsbikarið
Bestu hondbóltsliðini hjá kvinnum og monnum í kappast um Lionsbikarið. Spælt verður um tað í tíggju ár, og so fær felagið, ið hevur vunnið oftast, bikarið til ognar. Stendur á jøvnum millum tvey ella fleiri feløg eftir hesi tíggu árini, verður spælt, til eitt felag hevur vunnið.

Tulipantiltaið
Vikurnar fyri páskir verður skipað fyri afturvendandi Tulipantiltakinum. Tað at berjast ímóti rúsevnum og fylgjunum av teimum hevur framvegis stóran týdning. Lions stuðlar við innkomna peninginum ymiskum verkætlanum og tiltøkum, ið hava fyribyrgjandi virknað.