Lions og listin á ólavsøku


Listaframsýningin, sum Lions Club Tórshavn trettanda árið á rað skipar fyri, verður hesa ferð opin í Müllers Pakkhúsi frá 28. til 30. juli, og nú nærkast tíðin, at listafólk skulu gera seg til reiðar, um tey ætla sær at vera við á framsýningini.

Freistin at boða frá luttøku á listaframsýningini hjá Lions, er úti mánadagin 9. juli, og áhugað listafólk kunnu seta seg í samband við Lions Club Tórshavn á lions.torshavn@hotmail.com ella á telefon 210299, og síðani fáa tey sendandi eitt tilmeldingarskjal at fylla út.

Áhugin fyri at sýna fram á ólavsøkuframsýningini í Müllers Pakkhúsi hevur verið sera stórur, so tí er tann avmarking sett á, at hvørt listafólk í mesta lagi kann hava trý til fimm listaverk við, alt eftir stødd.

Listaverk, ið skulu sýnast fram, skulu handast fyrireikingarnevndini, sum verður til staðar í Müllers Pakkhúsi mikukvøldið 25. juli frá klokkan 18 til 20. Óseld listaverk skulu heintast aftur í seinasta lagi mánadagin 30. juli millum klokkan 18 og 20.

Sum vant, fer vinningurin av listaframsýningini óskerdur til vælgerandi endamál. Nærri verður kunnað um hetta, tá framsýningin nærkast.

Comments are closed.